Tað er køld luft av innlandsísinum í Grønlandi, sum er kemur hendan vegin. Fer fyrst suður um Ísland, áðrenn leiðn liggur hendanvegin. Ættin hjá okkum er tí høgur vestan – vindferðin liggur um 5 m/s, tað er eitt gul. Hitin í morgun liggur um 1 til 3 stig.
Gott veður er í morgun – og køli. Tað er køld luft av innlandsísinum í Grønlandi, sum er kemur hendan vegin. Fer fyrst suður um Ísland, áðrenn leiðn liggur hendanvegin. Ættin hjá okkum er tí høgur vestan – vindferðin liggur um 5 m/s, tað er eitt gul. Hitin í morgun liggur um 1 til 3 stig.
Tað er eitt lágtrýst yvir Íslandi, sum gevur okkum hetta góða veðrið í morgun. Trýstið í miðjuni er 972hPa – tað er ikki so lágt, sum vit hava verið von við seinastu mánaðirnar.
Hetta lágtrýstið fer í dag at flyta seg eystureftir. Veðrið um okkara leiðir fer tí at broytast eitt sindur. So hvørt sum lágtrýstið ferðast eystureftir, fer ætt in at snara upp í útnyrðing. Luftin, vit tá fara at fáa yvir okkum, kemur av leiðunum eystan fyri Svalbard. Tí heldur hetta kalda veðrið fram.
Meðan ættin snarar upp í útnyrðing seinnapartin í dag, fer vindurin at vaksa eitt vet. Upp í eitt andøvsgul ella eitt stívt andøvsgul, umleið 8 m/s.
Ælingar við vátakava ella kava kunnu væntast – men ímillum ælini fara vit at síggja sólina í glottum.
Hitin í allan dag fer at liggja um 1 til 3 stig.




