Veðrið hevur ikki verið so gali seinastu dagarnar, og hyggjandi í veðurkortini fyri næstu framtíð sæst fyri tað mesta gott veður.
í veðurfrøði verður tosað um mong hugtøk. Tvey av teimum eru hátrýstryggur og saðil, sum eru í sambandi við gott veður. Føroyar fara at liggja í hátrýstryggi og í einum saðili næstu dagarnar. Vindurin fer at vera lítil og eingin – um 5 m/s úr suðuri, sum fer upp ímóti eystri sunnkvøldið. Mánamorgunin fer ættin upp um eystan, og ein í løtu fer vindferðin upp í einar 8 m/s. Mánadagin fer vindferðin at liggja um 3 til 7 m/s av høgum eystri ella landnyrðingi-eystri.
Í morgin – sunnudagin – er tað luft út Norðsjónum, sum rekur inn yvir oyggjar okkara, men í annaðkvøld verður tað aftur luft úr Norðurgrønlandi. Temperatururin fer tí aftur eitt vet niðuraftur – fer at liggja um frostmarkið mánadagin og týsdagin.
Fyri tað mesta turt teir næstu dagarnar, men kavaælingar kunnu tó væntast – og so eru ættirnar sera ymiskar kring landið, hvussu tær uppføra seg.
Hvar eru so lágtrýstini, sum plaga at vitja okkum við vindi og regni? – jú, tey eru til, men tey fylgja eini leið, sum far tey at enda í miðjum Atlantshavi og gera alt av sær har. Soleiðis er mynstrið í hesum døgum. Hevði tað bara vart….




