Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gott vikuskiftið hjá Mjølnir

Jákup Ósá Myndir: Oliver Joensen

Kvinnurnar vunnu toppdystin og menninir vunnu sín fyrsta heima dyst í 2 kappingarár.

Í gjár vunnu menninir hjá Mjølnir móti SÍ. 3-0 sigurin kom heldur óvæntað á hjá Mjølnir móti steypa finalistunum, sum manglaðu onkrar skaddar leikarar. 25-23, 25-17 og 25-17 vóru sett úrslitini í greiða sigrinum hjá Mjølnir monnunum. Hetta er fyrsti sigurin á heimavølli bæði hetta kappingarárið og seinasta kappingarár.

Í dag var toppdystur hjá kvinnunum millum steypa finalistarnir Mjølnir og Fleyr. Fleyr vann fyrsta settið 25-19. Men Mjølnir reisti seg og vann tey næstu trý settini. 25-16, 25-19 og 25-22 vóru sett úrslitini. Sostatt bendur alt á, at Mjølnir endar sum nummar 1 í landskappingini áðrenn avgerandi FM finalurnar, tá alt verður avgjørt í best av trimum finalum.