Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gøtu kirkju ungdómskór aftur til verka

Danial Viðoy

Ungdómskórið, sum virkar út frá Gøtu kirkju, er nú fari aftur til verka, og setir nú gongd á eina spennandi heyst- og jólasangskrá. Kórið venur í Gøtu kirkju (kjallaranum). Nýggir limir eru eisini sera vælkomin við í kórið.

Vit kundu hugsa okkum at vaksi um kórið við 4 -6 dreingjum/monnum og nakað tað sama av gentum/kvinnum.

Aldursmarkið fyri at syngja við kórinum er 14 – 30 ár. Kórið venur hvørt mikukvøld kl. 19 – 21.

Sjálvt um kórið er heimahoyrandi í Gøtu kirkju, er tað opið fyri ungdómi allastaðni frá. Av tí at hetta er einasta ungdómskórið í fólkakirkjuni í Eysturoynni i løtuni, hevur kórið limir úr stórum parti av Eysturoynni.

Kórið leggur dent á sang á einum avbjóðandi og áhugaverdum støðið, og málið er at arbeið fram í móti nøkrum spennandi framførslum í heyst og komandi árið.

Tað er ikki neyðugt at duga nótar, ella hava sungið frammanundan, fyri at verða við í kórinum. Hetta lærir tú, sum limur í kórinum.

Hjartaliga vælkomin til ein góðan felagsskap, har tú bæði lærir nógv um sang og tónleik, og samstundis fært nógvar vinir.

Harleyfacadeacryl