Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Gøtu Kirkju Ungdómskór syngur í Gjónni sunnudagin 21. Juni

Tíðindaskriv

Komandi sunnudag,  21. Juni kl. 16 hevur Gøtu Kirkju Ungdómskór eina stutta konsert í gjónni við Gjógv.

Kórið fer at framføra nøkur av útvald kórverk. Hetta verður soleiðis ein lítil brellbiti til stóru summarkonsertina, um verður í Løkshøll 28. Juni.

Hendan útikonsertin er sjálvandi treytað av at veðrið er til vildar.

Tey sum ikki kenna nakað til Gøtu Kirkju Ungdómskór, kunnu lesa nærri um kórið á facebook-síðuni hjá kórinum. Kórið er eitt tað mest vinnandi føroyska kórið í altjóða høpi, við nógvum virðislønum frá altjóða viðurkendum kórkappingum. Kórið telur 34 sangarar, og kórleiðari er Símun Hammer.