Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gøtu Kommuna farin út um sínar heimildir

John William Joensen

Kommunala eftirlitið sigur í svarskrivið til Norðlýsið at Eystur Kommuna kann ikki byggja bygning til Toll og Skatt

Í samrøðu við Norðlýsið tann 25. juli 2007 segði borgarstjórin í Gøtu Kommunu at nýggja kommunuskrivstovan hjá Eystur Kommunu verður bygd á planeraða økið inni í dalinum og í hesum sambandinum hevur bygdarráði valt at byggja hana størri, soleiðis at bygningurin eisini kemur at húsa deildini hjá Toll- og Skatt.

Hans Mourits Foldbo, borgarstjóri í Gøtu Kommunu segði í samrøðuni, at parturin, sum Eystur Kommuna fer at húsast í verður umleið 500 fermetrar meðan deildin hjá Toll- og Skatt verður 1000 fermetar.

Borgarstjórin greiddi frá at umleið 12 til 15 starvsfólk verða á skrivstovuni hjá nýggju Eystur Kommunu, meðan roknast kann við omanfyri 40 starvsfólkum á deildini hjá Toll- og Skatt.

Borgarstjórin vísti eisini til samtyktina á hjá Gøtu Bygdarráð tann 5/7-2007 sum sigur; "at Leirvíkar Kommuna og Gøtu Kommuna byggja felagsbygning í Norðagøtu til Eysturkommunu og til útleigan til Toll og Skatt."

Norðlýsið vendi sær síðani til Innlendismálaráði við og spurdu landsstýrismannin um nýggja skrivstovan hjá Eystur Kommunu var í tráð við lógina.

Tann 21. desember fingu vit svar – og tá var greitt at Gøtu Kommuna ikki kann byggja ein bygning at leiga út til Toll og Skatt.

Í svarinum stendur greitt at Gøtu Kommuna breyt lógina tá bygdaráði samtykti at byggja ein bygning har stórsti parturin skal brúkast til útleiga:

"…Kommunan kann tískil ikki áðrenn bygningurin er bygdur hava avgjørt hvør skal leiga hølini, sum eru til yvirs, um hølini ikki hava verið bjóðað alment fram….."

"…Fyri tað fyrsta má kommunan ikki byggja ein ov stóran bygning, við tí eina endamálið at fáa ein yvirkapasitet, sum kann leigast út. Atlitið til at sleppa undn viðristapi kann tí sakliga grundgeva, at ein kommuna byggir størri hølir enn hon hevur brúk fyri, um so er, at kommunan veit, at tað innanfyri NÆRMÆSTU framtíð verður neyðugt við størri hølum….."

Í stuttum:
Eystur Kommuna kann byggja ein stóran bygning um hon í nærmastu framtíð far brúk fyri øllum hølunum. Tá kann hon í eitt avmakað tíðarskeið leiga út – men tá skullu hølini alment bjóðast út, og talan skal verða um marknaðarprisir.
Í samband við toll og skatt so kann landið ikki gjalda meira enn eitt ávíst krónutal pr. fermetir og tá roynt var at byggja eina handilsstøð í Gøtudali – vóru prísirnir lat ov høgir til Toll og Skatt.