Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gøtulist í Klaksvík

Dávur Winther (orð og myndir)

Tað eru tær báðar Gabriela Ayza Mi Parienta og Nathalia Lasso, sum mála hvør sín veggjamálning í Klaksvík.

Gabriella er frá Spania og býr í Maiami, meðan Nathalia er frá Kolumbia, men býr í Spania.

Fólk hava spurt og komið við ymiskum boðum um, hvat tað er, tær mála ella hvat myndevnið er. Vit víru og vitjaðu tær í gjár, og fingu tær at greiða frá við egnum orðum, hvør hugsanin er handan motivið.

Gabriella hevur valt at seta fokus á gleðina við at spæla. Tað var tað, hon fekk burturúr staðnum, har hon málar.

Hon heldur, at vit vaksnu gloyma barnið í okkum og spæla ov lítið. Hon hevði eina mynd frammanfyri sær har tveir óvitar spæla á vølli – rulla oman eftir vølli í føvninginum á hvørjum øðrum.

Natalia kom í snakk við eina kolumbianskari damu, sum býr í Klaksvík, og fegnaðist um, at hon búið her. Hon valdi at royna at seta eitt sindur fokus á, hvat hendur har heima í Kolumbia. Stjórnin hevur gjørt ymiskar lógarbroytingar – eisini innan skattamál, sum fólkinum ikki hóva.

Tí hava verið mótmælisgongu í gøtunum og er løgreglan farin harðliga til verk, so harðliga, at ein vinmaður hennara hevur mist eygað eftir viðferðini frá løgregluni. Hesi viðurskifti ynskir hon at gera vart við.

Gøtulist Føroyar er heiti á gøtulist-verkætlan, sum Bárður Dahl Christiansen og Ólavur Thorsteinsson hava tikið stig til.