Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gøtumenn hava keypt nótabát

Helgi Abrahamsen

Fyrr í ár fekk nótabáturin Sildin, fyrrverandi Sjófossur, nýggjar eigarar.

Fyrr í ár fekk nótabáturin Sildin, fyrrverandi Sjófossur, nýggjar eigarar. Tað eru Martin og Mannbjørn í Grund, Sámal Jákup Joensen og Heini Martin Jørdal Niclasen ið hava keypt bátin.

Báturin er bygdur í Fuglafirði í 1966 og tá kallaðist hann Fiskimúli. Hann er 15,1 metrar langur, 4,1 metrar breiður og er merktur 19,5 bruttotons.

Ætlanin er at nýta bátin til fiskiskap við nót eftir brislingi og sild inni á firðunum.

Báturin hevur fyrr havt heimstað í Gøtu. Tá kallaðist hann Anna Maria.