Fólk sum búgva við Skúlavegin eru sera ónøgd við at hetta vegastrekki nú skal kallast Jógvan Waagsteinsgøta. Klaksvíkar býráð hevur samtykt tilmæli frá Gøtunavnanevndini at Skúlavegur framyvir skal kallast Jógvan Waagsteinsgøta.
Klaksvíkar býráð hevur samtykt nakrar adressubroytingar. Gamla Jógvan Waagsteinsgøta skal nú kallast Við Djúpumýru og Skúlavegur skal nú kallast Jógvan Waagsteinsgøta.
Hetta hevur fingið ilt í fólk, sum búgva við Skúlavegin. Norðlýsið hevur tosa við fólk, ið búgva við Skúlavegin, sum ynskja at verða ónevnd. Tey eru sera ónøgd við hetta og vísa á at tey als ikki eru blivin hoyrd. Nú hava tey bara fingið eina nýggja adressu og tað vilja tey ikki finna seg í.
Tað er Gøtunavnanevndin sum hevur tilmælt Klaksvíkar býráð at brota nøvnini.


