Arbeiðið við at spreingja nýggju goymslutunlarnar hjá Havsbrún í Fuglafirði er nú liðugt. Týskvøldið gelti seinasta skotið á havnalagnum í Fuglafirði, so nú er opið ígjøgnum. Tunlarnir hava tvær inngongir, sum fara beint inn í fjallið og so eru tvær greinar ímillum hesar gongirnar.
Norska felagið LNS, sum hevur staðið fyri spreingiarbeiðinum, riggar nú boriútgerðina av, og ætlanin er at tunlarnir skulu verða tiknir í brúk í apríl mánaða.




