Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grækarismessa í morgin

Oliver Joensen

 Og tjøldrini eru komin. Her hjá okkum í Klaksvík síggjast tey ofta fyrst á Oyri. Í ár hava tey ikki verið at sæð fyrr enn nú eina viku ella so undan grækarismessu. Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur sigur annars, at hann heldur ikki at tjøldrini eru seinni á veg í ár enn árini frammanundan, ti hann hevur sæð stórar flokkar á Sandi og aðrastaðni fyri umleið 14 døgum síðani.

Um hugt verður at myndini har tjøldrini eru á flogi, so sæst at tvey teirra eru ringmerkt. Jens Kjeld Jensen sigur, at eingilskmenn gera nógvar ringmerkingarroyndir við tjøldrum. Umleið 400 ringmerkt tjøldur eru fingin í Føroyum.

Upp á fyrispurning um, hvussu langt suður tjøldrini fara, sigur Jens Kjeld Jensen, fuglafrøðingur, at tann stóra konsentratiónin er á leiðini við Wales í onglandi, men annars eru tey eitt sindur at síggja í Fraklandi og Hollandi, í Danmark eru tey eisini at síggja. Danir hava í gamlari tíð veitt tjøldur, eins og føroyingar hava, men tað verður ikki gjørt longur. Eg havi smakka tjaldur, tey smakka sera væl. Kjøtið er ljóst og fínt. Men sjálvandi, eg veit ikki hvussu tað man vera um ein fær eitt gamalt tjaldur at eta, sigur Jens Kjeld Jensen at enda.