Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grækarismessuhald í Áarstovu

Føroyingafelagið í Aarhus

Føroyingafelagið í Aarhus skipar fyri Grækarismessuhaldi, har tey fara at fagnað tjóðfugli okkara

Føroyingafelagið í Aarhus skipar fyri Grækarismessuhaldi, har tey fara at fagnað tjóðfugli okkara

12. mars er Grækarismessa og fara vit tá at fagnað tjóðfugl okkara, tjaldrið, og várið

Í hesum sambandi verður skipa fyri Grækarismessuhaldið í Áarstovu, har vit fara at koma saman til ein góðan drekkamun, felagssong og Grækarismessurøðu.

Røðari í ár verður Jógvan Pauli Lydersen.

Sum ein partur av Grækarismessuhaldinum, kunna vit fegnast um, at Føroyingafelagið í Aarhus er vertur fyri Grannakaffi og verður tí møguligt at stuðla Krabbameinsfelagnum á degnum.

Nevndin vónar at nógv fólk møta og vit gleða okkum at síggja tykkum.