Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grækarismessuhaldið fagnar bæði várinum og tjóðarsamleika okkara

John William Joensen

Grækarismessuhaldið er bæði ein fagnaður av várinum, og er samstundis eitt gott høvi at steðga á og hugsa um samleika okkara sum eitt fólk og ein tjóð, segði Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, í røðu sínari í grækarismessuhaldinum sunnudagin.

Grækarismessuhaldið er bæði ein fagnaður av várinum, og er samstundis eitt gott høvi at steðga á og hugsa um samleika okkara sum eitt fólk og ein tjóð, segði Steinbjørn O. Jacobsen, varaborgarstjóri, í røðu sínari í grækarismessuhaldinum sunnudagin.

Góðu skótar, Klaksvíkar Hornorkestur, góðu áhoyrarar.

Tað er mær ein gleði og ein heiður at bera fram eina røðu her í dag, og vil eg takka Klaksvíkar Hornorkestri fyri at geva mær hetta høvið.

Veðrið má sær ráða, verður sagt, og mangan hevur fólkið her á klettunum upplivað veðurringar vetrar og vár.

Soleiðis hevur ikki verið í ár, nú vit hava havt ein yvirhøvur sera mildan vetur, sum eisini fleiri hava havt á munni. Tað er so vælsignað, tá ið veðrið er gott. Vón okkara er sjálvandi, at vit eisini skulu fáa eitt gott vár og summar, sum vit gleða okkum til.

Tjaldrið vísir trúfesti – ein áminning til okkum

Ein eldri maður, sum nú ikki longur er okkara millum, fortaldi einaferð um ein vetur, ið var so ringur, at sjálvt tjøldrini vendu aftur. Hetta var sjálvandi sagt í skemti, tí er tað nakað, sum eyðkennir henda kærkomna summargest okkara, so er tað hetta, at hann ár eftir ár kemur heimaftur til klettarnar og ber okkum boð um, at nú er brátt summar í hondum, sum Jákup Dahl, sáli, yrkti á Grækarismessu í 1907.

Hetta – at vísa trúfesti – er ein dygd, sum eisini hevur eyðkent tað fólk, sum her siglir og rør, og sum hevur bygt hetta landið. Hetta trúfesti, sum eisini hevur sín uppruna í Halgubók, er nakað, sum kann og eigur at eyðkenna allar partar av lívi og virki okkara.

Ein týðandi partur verður eftir mínum tykki sera væl lýstur av Jóannesi Patursson, tá ið hann yrkir:

Boðar tú til allar tjóðir:

“Æra skalt tú faðir tín,

æra skalt tú tína móður,

so tær fylgir signing mín.

Landið gevi eg tær tá,

leingi tú har liva má,

fólkið títt tá skal eg kenna

meðan øld um øldir renna.”

Hóast hetta ørindi bert snýr seg um faðir og móður, so hevur hetta týdning fyri alt samfelagið, tí um vit æra tey og vísa teimum trúfesti, sum undan okkum gingu, so fer tað at fella okkum lætt og nátúrligt sum borgarar og medmenniskju eisini at vísa hvørjum øðrum hesa somu virðing.

Tjaldrið ímyndin av samhaldsfesti

Herfyri kom fram í miðlunum, at eitt tjaldurspar hevði bygt sær reiður beint við flottu Clinton-svituna í Hotel Føroyum, og nógv varð gjørt burtur úr tí. Myndatól bleiv sett upp, fyri at fylgja tjaldursparinum og nær ungarnir komu út o.s.v

Men soleiðis er tjaldrið ikki – tað ger ikki mun á høgum og lágum – tað kemur aftur hendanvegin óansæð, og gjarna byggir tað reiður sítt á sama staði ár eftir ár.

Latið okkum eisini taka hesa myndina til okkum, so vit ikki gera mannamun. Latið okkum– eins og tjaldrið í Fuglakvæðinum – vera ein verji hjá tí veika.

Havi mangan hugsað um tað, hvussu virðismikið og gott tað er, at samhaldsfesti er so væl ankrað í tí samfelagsskipan, sum land okkara er bygt á, har málið er javnrættindi til øll, og har vit geva eftir førimuni, og har vit fáa aftur frá samfelagnum eftir tørvi. Henda skipan er verd at ­varðveita og støðugt at betra, samstundis sum vit stuðla undir tey, sum ganga á odda at skapa virðir í samfelagnum – ikki minst í vinnuni.

Minnir á føroyska samleika okkara

Tað er ivaleyst Nólsoyar Pálli og hansara Fuglakvæði fyri at takka, at hesin vakri og eyðkendi fuglurin, tjaldrið, í mentan okkara eigur heiðurin at vera tjóðarfuglur Føroya.

Í teimum 229 ørindunum í Fuglakvæðinum verður tjaldrið lýst sum verjin hjá tí veika og er ímyndin av tjóðarstríði okkara og strevinum fyri rættindum okkara føroyinga sum serstøk tjóð og egið fólk við egnum máli, mentan og egnum sjó- og landaøki.

Grækarismessuhaldið, sum fyrstu ferð varð fyriskipað her á landi av Sverra Patursson í 1943, er sostatt bæði ein heiðran av tjaldrinum, flytifuglunum, sum koma aftur til landið eftir drúgvan vetur, og ein fagnaður av várinum, sum vit øll gleða okkum til.

Og samstundis er Grækarismessuhaldið eitt gott og hóskandi høvi at steðga á og hugsa um samleika okkara sum eitt fólk og ein tjóð.

Hvat er tað, sum ger okkum føroyingar til eitt fólk og eitt land? Hvørji virði liggja í hesum? Og hvussu fara vit sum samfelag og einstaklingar rættast um hesi viðurskifti?

Tjóð við egnum máli mentan og mørkum

Hóast land okkara er lítið, samanborið við so nógv onnur lond, so lúka vit allar treytir fyri at kallast ein serstøk tjóð, tí vit hava egna mentan, egið móðurmál, og vit hava egin og væl tilskilað landamørk.

Føroya mál á manna tungu

merkir: Her býr Føroya fólk.

Slektir fornu og tær ungu

eyðkendu seg sum ein bólk,

ið helt fast við fedramál,

virdu tað av hug og sál,

gloymdu ikki ættarbandið;

byggja tí enn hetta landið.

Varðveitta móðurmálið er als eingin sjálvfylgja

Soleiðis ljóðar annað ørindi í hesum framúr vakra og sigandi sálmi hjá Jóannes Patursson, og eg haldi, at hann lýsir so væl tað virði og tann skatt, ið vit sum fólk eiga í okkara egna, væl varðveitta móðurmáli.

Vit vita, at enntá stór tungumál hjá milliónum av fólkum, eru deyð út, av tí at viðkomandi fólk ikki hava megna ella havt neyðuga viljan til at verja teirra móðurmál ímóti teimum sonevndu heimsmálunum.

Vit kunnu sum dømi nevna tað írska ella geliska málið, sum er upprunaliga móðurmálið í einum landi, har tað í dag búgva umleið 5 mió. fólk. Kortini er tað í dag ógvuliga illa fyri og verður bert tosað av einum heilt lítlum parti av fólkinum.

Tí er tað ikki ein sjálvfylgja, at vit her í Føroyum – so fáment, vit eru – framvegis í dag hava eitt livandi og vakurt móðurmál, sum á fleiri økjum enntá kann sigast at vera í menning, hóast føroyskt framvegis eisini er undir hóttan ella sterkari ávirkan, sum krevur at vit framhaldandi fjálga og røkja tað.

Føroyingurin er ein altjóða arbeiðsmegi

Vit liva í einari tíð, sum seinnu árini hevur verið merkt av altjóðagerð, har vørur, tænastur og ikki minst vitan verður flutt fríari millum lond. Hetta er á mangan hátt ein positiv tilgongd, tí vitan og samskifti kunnu forða fyri óneyðugum misskiljingum og ikki minst fordómum millum fólkabólkar.

Á fleiri økjum eru vit føroyingar ógvuliga virknir og frammarlaga í hesari tilgongd, har eitt nú okkara dugnaliga arbeiðsmegi dagliga verður flutt millum lond og eisini heimspartar til at dugna altjóða fyritøkum, samstundis sum hesi arbeiðsfólk bera stór virði heim til lands.

Heimurin og møguleikarnir broytast støðugt, men kortini er hetta ikki nakað nýtt, tí føroyingar hava jú í farnari tíð eisini ferðast til onnur lond fyri at breyðføða sær, sínum og harvið eisini øllum tí føroyska samfelagnum.

Latið okkum sum land og fólk framhaldandi taka við hesum spennandi avbjóðingum, samstundis sum vit eisini vísa tað neyðuga dirvi, sum krevst fyri at verja tey virði og eyðkenni, ið vit sum fólk og tjóð eiga og hava arvað frá forfedrum okkara.

Hetta kemur Jóannes Patursson eisini inn á í tí seinasta ørindinum av sálminum, eg havi siterað her í dag.

Seinasta ørindið ljóðar soleiðis:

Um nú nýggjar øldir líða,
halt á somu leið várt starv,
at vit ikki lata svíða
dugnaloysi til hin arv,
sum vit ervdu fedrum av;
tá skal lyftið, sum tú gav,
allan aldur Føroyum tryggja
føroyingunum her at byggja.

Vit eru komin inn í várið, og summarið nærkast, har vit fara at síggja blómurnar spretta, hoyra vakra fuglasangin og síggja okkara vøkru oyggjar, klæddar í servakra summarbúnan.

Tí skal eg enda mína røðu við einum ørindi úr einum sangi, sum Petur Háberg so meistarliga hevur føroyskað, har hann í stuttum, lýsir skaparverk Guds.

Tá leið mín ber, um fløtur gjøgnum dalar,

og fuglur letur, fjálgt kenst summarfleyr,

Á tindahæddum rúmdin til mín talar.

Tá løkur tutlar millum stein og eyr.

Tá syngur sál, mín frelsari til tín,

hvør mikil Gud tú Harri ert.

Við ynski um eitt gott og signingarríkt vár og summar.

Takk fyri.