Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Granatøði Torbjørn Jacobsens

John William Joensen

Nú Føroyar eru vorðnar eitt valdømi, og landspolitikkur “av álvara” skal førast, sum sagt varð, síggja vit hvørjar lokalpolitiskar ætlanir tingmaður tjóðveldi Torbjørn Jacobsen hevur.

Hann vil sora Vágoynna og Sandoynna niður. Hann vil ofra hesar báðar oyggjar, ið fyrstu atløgu, fyri at fáa 1,1 milliard krónur til asfalt. Álvartos, Torbjørn, hetta er langt úti!

Spurningurin er um ikki frægast hevði verið hjá Torbirni at selt Vágoynna og Sandoynna til hægstbjóðandi í somu rundu, tí um ætlanirnar vinna frama, verður øskukalt bæði støðini.

Hvør veit, kanska hevði hann fingið nakrar milliardir afturat til at gjørt ein nýggjan flogvøll, tí 1 milliard forslær ikki til, tá 7 til 10 milliardir krevjast til ein nýggjan flogvøll, ið er fleiri kilometrar langur.

Tað tykist ikki, sum Torbjørn, ið síni afturvendandi granatøði, hevur trupulleikar at jarðleggja fleiri túsund føroyingar, ið eru búgvandi á Vágoynni og Sandoynni, til frama fyri asfaltbreyt fyri milliardir.

Eg haldi, at føroyingar hava uppiborið aðra jólagávu enn fleir soraðar oyggjar.

Vága floghavn: Núverandi flogvøllur er sum kunnugt 1250 metrar langur. Vit eru fleiri, sum í mong ár hava víst á, at vøllurin treingir til ábøtur, og hava biðið um at fingið hesar gjørdar. Tað er júst tað, ið er í ferð við at henda nú. Tað er tað, ið Løgtingið hevur sett út í kortið við avtaluni, ið gjørd er við donsku stjórnina. Tað er bæði gleðiligt og neyðugt.

Fakta: Hóast vøllurin bert er 1250 metrar langur, so er regulariteturin omanfyri 98%, og millum teir hægstu Europa. Verður vøllurin longdur og útgerð sett upp, sum stungið er út í kortið, verður regulariteturin og tænastan til brúkaran enn betri.

Vit kunnu siga, at fyri relativa lítla upphædd kunnu vit fáa ein nógv betri vøll, ið kann verða samfelagnum at gagni mong ár enn. Tí er tað spill og oyðsl av almennum milliardum at gera annan vøll nú. Tær milliardirnar verða betri nýttar og eru meira tiltrongdar aðrar staðir í samfelagi okkara.

Marjus Dam, løgtingsmaður