Ítróttarsamband fyri brekað skipar í ár fyri trimum grand prix kappingum í frælsum ítrótti.
Ítróttarsamband fyri brekað skipar í ár fyri trimum grand prix kappingum í frælsum ítrótti.
Fyrsta kappingin verður hósdagin 20. Juni kl.15.00 á Tórsbreyt.
Kappast verður í hesum disiplinum:
· 60 m renning fyri kvinnur og menn
· 100 m renning fyri kvinnur og menn
· 200 m renning fyri kvinnur og menn
· 400 m renning fyri kvinnur og menn
· Kúlustoyt fyri kvinnur og menn
· Longdarlop fyri kvinnur og menn
Stigaskipanin verður býtt eftir hesum lutum:
Nr. 1. 10 stig, nr.2. 9 stig, nr.3. 8 stig, o.s.fr
Kappast verður í einum ungdómsbólki upp til 15 ár og einum vaksnamannabólki 16 ár +.
Onnur og triðja kappingin verður í august og september.
Tilmelding verður framd við at seta seg í samband við ÍSB gjøgnum teldupostadressu: isb@isb.fo ella tlfnr. 317579 millum kl 17 og 20
Vinarliga tilskila hvørja kapping tú meldar til . Freistin fyri 1 Grand Prix kapping er 19 juni kl. 20
Vinarliga
ÍSB




