Leygarkvøldið 16. feb. kemur bólkurin “Grandma´s basement” at spæla í Klaksvíkar klubba.
Hetta er ein sera spennandi bólkur, við ungun evnaríkun tónleikarum. Teir framføra egið tilfar, og so sjálvandi eisini góðar gamlar slagarir. Teirra nýggi sangur Dansurin, ið teir níliga hava innspalt í studio Pegasus, er longu spaldur nakrar ferðir í útvarpinum.
Um tit vilja vita meir um henda spennandi bólk, farið so inn á heimasíðu teirra: www.myspace.com/grandmasbasement1
Manningin í "Grandma´s basement" er:
Jón Jacobsen: Sang
Rógvi Olsen: Bass/sang
Martin Simonsen: Guitar
Símun Heimistovu: Guitar
Thorvald Danielsen: Trummur
So verið vælkomin til eitt hugnaligt og stuttligt kvøld í Klaksvíkar klubba við tónleiki og dansi.




