Teir syngja um nymfomanar, bøssar, fanatikkarar og mangt annað
Teir syngja um nymfomanar, bøssar, fanatikkarar og mangt annað
Vælumtókti Klaksvíksbólkurin leveraði eina góða og orkufulla framførslu. Hetta er tíggunda árið á rað at bólkurin spælir í tjaldinum á summar festivalinum.
Hesa ferð vóru nakrar skiftingar gjørdar við manningini. Bólkurin var mannaður av
Lindi Gardar: sang.
Símun Heimustovu: gittar og kór.
Rógvi á Tjaldrafløtti Olsen: gittar og kór.
Bárður Petersen: gittar og kór.
Leivur Vitalis: Bass.
Thorvald Danielsen: trummur.
Magni Husgaard: keys.
Eva Maria Brynhildardóttir: kór.
Jóhanna Niclasen: kór
Teltið var skítfult við áhoyrarum. Konsertin var ein stór sangløta frá byrjan til enda. Serliga vóru tað løgini “Reyvarhol” og Hon Fær Ongantíð Nokk”, sum fingu alt at kóka.
Sum sagt, so var hetta tíggindu ferð at Grandmas Basement spældi á summar festivalinum og er tað nakað, sum bólkurin klárar, so er tað at fáa øll við til eina rimmar veitslu. Spennandi verður nær ið bólkurin sleppur at upptraðka á stóra palli.
Settlistin
Mediahoran
Getze
Bangna Beisti
Grønlendarin
Glaður
Gay
Syrahøvd
Reyvarhol
Renna Nakin
Hon Fær Ongantíð Nokk




