Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grandmas Basement í toppformi

Jákup Ósá

– Vit vóna at síggja nógv fólk til ókeypis konsertina fríggjakvøldið, sigur sangarin í Grandma\’s Basement.

– Vit vóna at síggja nógv fólk til ókeypis konsertina fríggjakvøldið, sigur sangarin í Grandma’s Basement.

Jón Jacobsen er sangari í Grandma’s Basement og hann gleðir seg til konsertina fríggjakvøldið, sum er partur av sjómannadøgunum og sum er ókeypis.

– Summar Festivalurin var super! Hattar var 7. ferð upp í slag at vit spældu, men ongantíð hava tað verið so nógv fólk frá byrjan, og tað kendist sum alt kókaði. Vit hava somu manning hesaferð og tað sum vit fara at spæla fer at líkjast nógv tí á Summar Festivalinum. Tað er ókeypis at koma til konsertina og veðrið sær út til at blíva gott, so eg vóni at síggja nógv fólk, sigur Jón Jacobsen.

Skráin er hendan:

22.00 Quarter to Three

22.45 DJ-X

23.00 Danny and the Veetos

23.45 DJ-X

24.00 Grandma’s Basement

00.45 DJ-X

02.00 Endi