Annað jólakvøld spæla Grandma’s Basement og Frændur til jóladans í Klaksvík
Annað jólakvøld verður stórsligið tónleikatiltak í Klaksvík. Tveir av bestu live-bólkum í Føroyum fara á pallin í Badmintonhøllini til Ársins jóladans.Grandma’s Basement eru kendir fyri sínar lívligu og festligu live-framførslur, og hesar hava fólk serliga upplivað á Summar Festivalinum.
– Vit eru sera spentir uppá at fara á pallin aftur, og vit ætla at geva tí allan armin. Tað var sera stuttligt at spæla á Summar Festivalinum í august, og lagið var sera gott á fjøldini. Vit ætla, at tað skal verða minst líka festligt og stuttligt annað jólakvøld, siga teir í Grandma’s Basement.
Grandma’s Basement spæla við orku og humor, og teir fara at tríva í hitt sum Hon fær ongantíð nokk, Renna Nakin, Reyvarhol og Gay, tá ið Ársins Jóladansur verður í Badmintonhøllini í Klaksvík annað jólakvøld frá kl. 23.00 til 04.00.




