Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grannakaffi í Brekkustovu

Tíðindaskriv

Grannakaffi verður í Brekkustovu leygardagin 14. mars frá kl. 13.00

Krabbamein. Sjúka, sum vit øll ræðast. Hvussu er at liva við henni?


Vit bjóða tær við til ein dag, har fokus verður sett á nærveru og fjálga samveru. Tú kanst m.a. hoyra Herbjørg Eysturdal og ungu Tóru Matras greiða frá einum gerandisdegi við krabbameini.

Tiltakið verður býtt sundur í tveir partar, har fyrri partur er ætlaður børnum og barnsligum sálum. Her koma Rakul Ró og Steintór at framføra, Kaptein Gardar og Stampi koma á vitjan og børnini fara at gera eitt hjartatræ, sum verður latið Krabbameinsfelagnum. 

Seinni partur er serliga ætlaður teim vaksnu. Her verða samrøður við krabbameinsrakt, livandi tónleikur og kunning um Krabbameinsfelagið á skránni.

Seinni bjóðar Jacqson til livandi tónar, samstundis sum tey lata 30% av allari søluni til Krabbameinsfelagið.

Tiltakið er ókeypis. 
Til ber at stuðla Krabbameinsfelagnum við eini peningagávu á staðnum.

Vælkomin 

Les meira trýst her >>