Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grannakaffi í fleiri støðum í Klaksvík ídag

Oliver Joensen

Hetta er tiltak, sum krabbameinsfelagið skipar fyri. Ætlanin við grannakaffinum er, at fyriskiparar kunnu bjóða grannum, vinum, kenningum og øðrum á gátt. Serverað verður sjálvandi kaffi við einhvørjum afturvið og harafturat verður skipað fyri onkrum til undirhalds ella eitt nú fyrilestrar og annað.

Meiningin er so, at tey vitjandi skulu lata nøkur oyru í bússuna hjá krabbameinsfelagnum, ið er á staðnum. Hetta er ein háttur at savna pening til felagið.

Norðlýsið var ein túr í býnum ídag við myndatólinum, vit vitjaðu úti í gamla Hvalvíks møbilhandli har kvinnur skipaðu fyri, á Selheyggi hjá Sibrit og í Uppistovu hjá gulu skótunum.

Skráin var ymisk á teim ymsu plássunum úti í Klaksvík leikti eitt harmonikulið við Pola Mikkelsen, Erland Jacobsen og Magnus Poulsen. í Uppistovu undirhildi Hans Hjalti Skaale og Eyðvør Klakkstein ímeðan Dagny Miðskarð greiddi frá sínum sambandi við krabbameinsfelagið. Uppi hjá Sibrit vóru eisini fyrilestrar og børnini, ið vitjað høvdu á gátt høvdu pyntað eitt træ, sum sæst á myndum niðanfyri. Hetta træið er ætlað Krabbameinsfelagnum eisini.

Her er tað vit fingu burturúr við myndatólinum: