Í dag savnar Skótalið Nólsoyar Pálls inn pening fyri Krabbameinsfelagið. Hetta verður gjørt við at Uppistova er opin seinnapartin har kaffi og undirhald verður á skránni. Olivur Thomsen vísir fram úr gestabókunum í Skúvadali. Oliver Joensen vísir myndir og hugleiðir um húsini har eysturi og eisini fer Árni Skaale at tosa um ætlaninar at gera húsið liðugt í vár.
Skráin fyri grannakaffi hjá gulu skótunum sær soleiðis út:
Leygardagin verður Grannakaffi í Uppistovu.
Vit fara at leggja dent á Skúvadal hendan dagin, tvs. at umframt hugna, prát, kaffi, kakur o.a., so fara vit at hava innsløg sum hava tema: Skúvadalur.
Sjálvandi vera bússur, har stúðul til Krabbameinsfelagið kann koyrast í.
Skráin fyri dagin verður hendan:
kl. 14.00 Øll eru vælkomin
kl. 14.30 Olivur Thomsen vísir gestabøkur úr Skúvadali í salinum
niðuriundir.
kl. 15.00 Tónleikur á loftinum: Hans Hjalti, Eliesar osv.
kl. 15.30 Oliver Joensen vísir myndir úr Skúvadali (á loftinum)
kl. 16.15 Upplegg og samtala um arbeiðsætlanina fyri arbeiði í
summar eysturi í Skúvadali.
kl. 17.00 Miða eftir at vera liðug.




