”zHvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?” Henda spurningin kenna tey flestu og henda spurningin fær Krabbameinsfelagið dagliga frá fólki, ið kundu hugsað sær at tikið lut í stríðnum ímóti krabba.
”zHvat kann eg gera fyri at hjálpa? Hvussu kann eg gera mun?” Henda spurningin kenna tey flestu og henda spurningin fær Krabbameinsfelagið dagliga frá fólki, ið kundu hugsað sær at tikið lut í stríðnum ímóti krabba.
Hóast tað til tíðir kann tykjast torført at fáa greiði á, hvussu ein best kann veita hjálp,so er einfalda loysnin at hjálpa teimum, sum longu hjálpa.
Tí hevur Krabbameinsfelagið tikið stig til tiltakið Grannakaffi . Tiltakið er ein liður í støðuga arbeiðnum hjá felagnum, men hevur sín uppruna í spurninginum “hvat kann eg gera fyri at hjálpa?” og tekur støði í tí, sum vit føroyingar frammanundan duga serliga væl; at stákast og skipa fyri hugnaløtum.
Grannakaffi verður hildið leygardagin 14. mars og hevur tveir hjálpar møguleikar:
Vertirnir til Grannakaffi bjóða grannum, vinum ella øðrum á gátt til ein drekka munn,eitt prát, eina uppliving ella okkurt heilt annað. Tað verður latið upp til hvønn einstaka vertin at seta sín dám á tiltakið so leingi tað ikki stríður móti virðunum hjá Krabbameinsfelagnum.
Gestirnir fara á gátt hjá einum granna, vini, bindiklubba, skúlaflokki ella undirhúsi og rinda fyri drekkamunnin ella tað, sum verturin velur at upp varta við.Gesturin rindar eftir førimuni, í trúnaði og hvør króna ger mun.
Fram til 1. mars kunnu áhugað gerast vertir til Grannakaffi. Krabbameinsfelagið vónar at fáa nógvar vertir kring landið.
Tey, ið hava hug at gerast vertir fáa nærri kunning um, hvussu ein ber seg at við at venda sær til Krabbameinsfelagið ella nema sær kunning á www.krabbamein.fo og á facebook.com/grannakaffi




