Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grannastevnur í Norðoya sýslu í mars mánaða

Tíðindaskriv

Sum ískoyti til tíðindini um friðing av lunda kann upplýsast, at 3 grannastevnur eru hildnar í Norðoya sýslu í mars mánaða, har evni á grannastevnunum var friðing av lunda.

Tíðindaskriv.

Sum ískoyti til tíðindini um friðing av lunda kann upplýsast, at 3 grannastevnur eru hildnar í Norðoya sýslu í mars mánaða, har evni á grannastevnunum var friðing av lunda.

Á Viðareiði 15. mars var einmælt samtykt, at hava royndarveiðu eftir lunda, mest fyri at røkja lundalandi so rotta ella annað skaðadjór ikki yvirtekur lundalandi. Túrarnir skuldu skrásetast og síðan skuldi nýggj viðgerð verða aftur um 1 ár.

Tann 18. Mars var á Grannastevnu á Trøllanesi samtykt at friða fuglalandið, sum hoyrir til trøllanes, galdandi í 1 ár.

28. Mars var felags grannastevna hildin fyri alla Fugloynna, fyri bygdirnar Kirkja og Hattarvík. Har var einmælt samtykt, at fleyging av lunda bert kundi fara fram frá 10. til 20. juli. Álagt var samstundis bygdunum at føra yvirlit yvir túrar og fong og síðan taka fuglaveiðuna til nýggja viðgerð aftur um 1 ár.

Á Trøllanesi vóru allir eigarnir umboðaðir á grannastevnuni meðan nærum 100 % av eigarunum møttu á grannastevnunum á Viðareiði og Fugloy.

Vinarliga.

Karl Johansen, sýslumaður fyri Norðoya Sýslu.