Komandi dagarnar verður farið runt at halda grannastevnur í Norðoyggjum. Byrja verður í skúlanum á Viðareiði fríggjakvøldi 15. Mars kl. 19.
Komandi dagarnar verður farið runt at halda grannastevnur í Norðoyggjum. Byrja verður í skúlanum á Viðareiði fríggjakvøldi 15. Mars kl. 19. Leygardagin 16. Mars verða tvær grannastevnur, tann fyrra verður í gamla skúla í Hvannasundi kl. 14 fyri Norðtoftir og tann seinna verður í Ósaskúlanum leygardagin kl. 17 og er hon fyri Uppsalar. Mánadagin 18. Mars verður farið til Trøllanesar har grannastevna verður í skúlanum á Trøllanesi kl. 16:30. Seinasta grannastevnan verður fyri Fugloynna og verður hon hildin í lærarahúsinum á Kirkju hósdagin 28. Mars kl. 14.
Grannastevnurnar fyri Trøllanes, Viðareiði og Fugloynna skulu viðgerða fuglaveiðu, meðan grannastevnurnar fyri Norðtoftir og Uppsalar báðar skulu taka avgerð um útskifting.
Viðmerkjast skal, at ánarar kunnu atvkøða á grannastevnu og ongin kann atkvøða fyri onnur uttan við skrivligari fulltrú.
Klaksvík á grækarismessu 12. Mars 2013
Karl Johansen, sýslumaður




