Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Granskarar: Neymar brúkar ikki heilan tá hann gandar

Danial Viðoy

Brasilianska fótbóltsstjørnan hugsar seg ikki nógv um, tá ið gandar/driblar á fótbóltsvøllinum. Tað hava japanskir granskarar funnið útav.

Brasilianska fótbóltsstjørnan hugsar seg ikki nógv um, tá ið gandar/driblar á fótbóltsvøllinum. Tað hava japanskir granskarar funnið útav.

Ein bólkur av japanskum granskarum hava samanborið heilavirksemi (da. hjerneaktivitet) hjá Neymar við nakrar amatør-leikarar, og hava funnið útav at Neymar hugsar nógv minni enn amatør-leikararnir, tá ið hann skal dribla framvið einum leikara.

– Við MRI-skanningum hava vit funnið útav, at heilavirksemi hjá Neymar, er 10 prosent minni enn hjá einum amatørspælara, sigur Elichi Naito við AFP.

– Tað er møguligt at hetta eru arvaligar orsakir, ið eru vorðnar styrktar við venjingini, hann fer ígjøgnum, fortelur granskarin.

Minni byrða

Elichi Naito fortelur, at tað er ein stórur fyrimunur fyri fótbóltsleikaran at hugsa so lítið sum møguligt um, hvat hann ger á vøllinum.

– Tess minni heilavirksemi er, tess lættari er tað at gera kompleksar rørslur. Vit meina, at tað er hetta, sum ger at hann megnar alt hetta serstaka á vøllinum.

Granskarin metir, at vit allarhelst høvdu sæð sama heilavirksemi hjá Lionel Messi og Christiano Ronaldo.

– Man kundi gott ímynda sær, at teir vildu havt nøkulunda somu MRI-tøl. Tí hyggja vit eftir fótrørslunum hjá teimum, so líkist nógv hjá hesum trimum.

Kanningin við Neymar bleiv gjørd í februar.

Hetta skrivar Børsen á heimasíðu síni.