Fríggjadagin varð ein veljarakanning avdúkað. Góð úrslit í veljarakanningum geva flokkum eitt hál uppeftir, ímeðan vánalig úrslit hála flokkarnar longur niður. Tað vísir ein gransking, sum Københavns Universitet hevur gjørt. Tað er fyrstu ferð at ávirkan veljarans er kannað.
Fríggjadagin varð ein veljarakanning avdúkað. Góð úrslit í veljarakanningum geva flokkum eitt hál uppeftir, ímeðan vánalig úrslit hála flokkarnar longur niður. Tað vísir ein gransking, sum Københavns Universitet hevur gjørt. Tað er fyrstu ferð at ávirkan veljarans er kannað.
Veljarin hoppar uppá vinnandi flokkin í veljarakanningini, bæði stórar og smáar flokkar, sigur Kasper Møller Hansen, professor í statskunskab á KU, sum stendur handan kanningina. Tað kemur óvart á hann, hvussu nógv veljarakanningar ávirka okkara stuðul til flokkarnar.
– Vit tosa um munagóðar ávirkanir. Veljarin lesur veljarakanningar og útfrá tí, velur ella vrakar veljarin politiska flokkin, sigur hann.
Granskingarverkætlanin er grundað á eitt sokallað survey-eksperiment, har 3000 danskarar luttóku. Luttakarin skuldi fyrst lesa eina stutta íspunna blaðgrein, ið lýsti eina íspunna veljarakanning og síðani skuldi luttakarin svara, hvønn hann hevði valt, um val var í morgin. Blaðgreinarnar umrøddu Sosialdemokratarnar og teir Konservativu við annaðhvørt framgongd ella afturgongd.
Kanningin vísti, at fyri Sosialdemokratarnar kann ein íspunnin framgongd í veljarakanningum á 5% flyta flokkin frá 18,1% til 21,5%. Tað svarar til, at ein vøkstur á ein fimtapart, orsakað av umtalu um politiskan viðvind.
Tann Konservativi fær eina framgongd á 2%. Veljarafjøldin fer úr 3,7% upp í 6%. Harafturímóti fáa flokkarnir færri atkvøður og veljarin heldur lítið um flokkin, um hann hevur eina afturgongd í eini veljarakanning.
Veljarakanningar í Føroyum
Í nýggjastu veljarakanningini hjá Sosialinum fær Javnaðarflokkurin eina framgongd á 8,8%, ímeðan Sambandsflokkurin hevur størstu afturgongd í søgu floksins á 6,6%. Hyggja vit eftir teimum 12 veljarakanningunum, ið hava verið gjørdar síðan seinasta val, hevur samgongan støðuga afturgongd, og andstøðan hevur eina støðuga framgongd.
Sí talvu og grafar í tveimum myndum niðanfyri
Tann einasta ’veljarakanningin’, sum veruliga telur, er á sjálvum valdegnum. Aðrar veljarakanningar elva til kjak í miðlunum, umframt at politikararnir taka sær av slíkum kanningum:
– Eg skilji væl fólk í løtuni. Vit sita við leiðsluni og hava gjørt nógvar ópopulerar avgerðir fyri at tálma útreiðslunum. Og vit kunnu bara konstatera, at tað kostar at sita við ábyrgd, segði Kaj Leo Holm Johannesen, formaður fyri Sambandsflokkin og samgonguleiðari við útvarpið fríggjadagin.
Javnaðarflokkurin meldaði út, at allir samgongumøguleikar eru opnir. Fólkaflokkurin tykist ikki at stóla uppá veljarakanningar: – Um Fólkaflokkurin ikki fær betur valúrslit enn í eini veljarakanning, so er tað fyrstu ferð í søguni, segði Jørgen Niclasen, Fólkafloksformaður.
Veljarakanningar við umhugsni
Tað liggur stór ábyrgd hjá tíðindastovnunum, ið bera fram veljarakanningar, sigur Kasper Møller Hansen professari.
– Tað kann vera vanlukkuligt at koma við eini veljarakanning beint undan einum vali, tí vit risikera at villleiða veljaran, sigur hann.
Ábyrgdarblaðstjórin á Politiken, Anne Mette Svane, sigur um granskingarverkætlanina hjá KU:
– Kanningin staðfestir, at vit skulu vera ansin og neyv, tá vit velja at skriva søgur grundað á politiskar veljarakanningar. Politiken fer ikki at økja um nøgdina av veljarakanningum – tvørturímóti vilja vit undan valstríðum minka um veljarakanningar”, sigur hon.
Tíðindaleiðarin hjá DR sigur við Politiken, at:
– Veljarakanningar mugu ikki blíva ein lættur vegur til skjótar søgur. Tað hevur tað verið lyndið til hjá nógvum fjølmiðlum. Vit hava stóra ábyrgd. Og DR skal ansa sær serliga væl, tá hugsað verður um veljarakanningar.
Seinasta løgtingsval vóru metnógvar veljarakanningar gjørdar undan valdegnum. Seinasta veljarakanningin bleiv løgd fram dagin fyri sjálvan valdagin.
Keldur: Politiken: Sodie Buch Hoyer, Journalist. Kringvarp.fo: Beinta Løwe.




