Næsta kappingarár verður spælt á nýggjum graslíki í Klaksvík.
Við at lesa skránna fyri býráðsfundin hóskvøldið sæst, at graslíkið við Djúpumýru væntandi verður skift eftir kappingarenda í ár. Eisini verður farið undir at gera klárt til ljósmastrarnar, sum skulu skiftast í nærmastu framtíð fyri at liva upp til ljóskrøv frá FSF. Graslíkið í Klaksvík bleiv seinast skift á sumri í 2011.
Øll skráin fyri býráðsfundin kann síggjast HER


