Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grava út eftir Víkavegi

Tekst og Myndir: Dávur Winther

Í eina tíð hevur verið grivið framvið Víkavegi og hevur ikki verið koyrandi í styttri tíðarskeið.

Í eina tíð hevur verið grivið framvið Víkavegi og hevur ikki verið koyrandi í styttri tíðarskeið.

Kommunan gav fyrr í ár FT-Net og SEV graviloyvi til nýggjan ljósleiðara frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi til grótbrotið á Bumshamri.

Talan er um stórt arbeiði, og tá ið farið varð undir at grava, kom fram, at pláss ikki var fyri kaðalum í vestaru gongubreytini ein part av teininum. Tí verða kaðalar í onkrum styttri strekki lagdir út í vegin.

Kloakkin og vatnið eru ikki løgd av nýggjum í pørtum av teininum. Tí hevur umsitingin í samráð við formannin í Umhvørvis og Býarskipanarnevndini, Kristian Eli Zachariassen valt at framskunda hetta arbeiðið, sum annars er raðfest í spillivatnsætlan kommununnar. Hetta merkir, at klaokk- og vatnleiðingin nú verður nýløgd eftir hesum teini eisini.

Tá ið hetta graviarbeiðið er liðugt, kann gongubreytin í vestaru síðu út eftir Víkavegi og Bumshamarsvegi gerast liðug við kantsteinum og asfalti, tí tá eru allar leiðingar komnar í og dagførdar.