Greining: Tað gongur gott hjá nógvum, og hetta hevir fyrimunir við sær. Føroyska arbeiðsloysið var í februar komið niður á 3,2 prosent, og talið av arbeiðsleysum er minkað við 272 fólkum eftir einum ári, so tað nú eru 878 fólk arbeiðsleys í Føroyum.
Greining: Tað gongur gott hjá nógvum, og hetta hevir fyrimunir við sær. Føroyska arbeiðsloysið var í februar komið niður á 3,2 prosent, og talið av arbeiðsleysum er minkað við 272 fólkum eftir einum ári, so tað nú eru 878 fólk arbeiðsleys í Føroyum.
Hóast føroyska arbeiðsloysið áður hevur verið lægri, so er í dag talan um, at øll sum veruliga vilja hava arbeiði, og sum vilja flyta seg har arbeiði er at fáa í Føroyum, tey fáa arbeiði innan stutta tíð, gerast tey arbeiðsleys.
ALS hevur eisini nýtt høvi at rudda burtur ymiskar ágóðar og tiltøk, ið eru roknað til tíðir, tá arbeiðsloysið er stórt. Eftir stendur gamla fiskavirkisskipanin, ið heldur fólki fastlæst á einum ávísum arbeiðsplássi, hóast arbeiði bert er til teirra á hesum arbeiðsplássi ávísa tíð av árinum. Eingin ivi er í dag um, at hendan skipanin var sera góð tá hon var sett í gildi fyri meira enn 20 árum síðani, men at hon í dag ikki longur er tíðarhóskandi.
Tað búgva í dag 48.724 fólk í Føroyum, og ongantíð áður hevur føroyska fólkatalið verið hægri.
Hagstova Føroya hevur gjørt upp, at sølan hjá handlum í 4. ársfjórðingi 2014 var munandi hægri enn sama tíðarskeið árið frammanundan, og talan talan er um ein vaksandi “trend”.
Føroyska vinnan klárar seg eisini munandi betri nú enn árini frammanundan. Hagstova Føroya hevur gjørt upp, at vinnan setti met í 2013, tá avlopið hjá vinnuni gjørdist tilsamans 1.566 milljónir krónur. Hetta er 90 prosent betri enn í 2012, tá vinnan hevði eitt samlað avlop uppá 824 milljónir krónur.
Taka við tey fýra árini frá 2010 til 2013, so hevur vinnan havt eitt avlop uppá 4,5 milljardir krónur. Hetta er ein avgerandi og munadi framgongd, tá hugsað verður um, at kreppuárið 2008 hevði vinnan bert eitt avlop uppá 105 milljónir krónur samanlagt.
Ein gjøgnumgongd av teimum roknskapum, ið eru komnir inn til Skráseting Føroya hiðartil í ár vísir sambært Vinnuvitan.biz, at meir enn helmingurin av innkomnu roknskapunum hava eitt betri úrslit í 2014 enn árið frammanundan, so alt talar fyri, at vinnan aftur kemur at seta met í 2014, við einum uppaftur betri úrsliti enn í 2013.
Samstundis sum hetta hendir, so er rentan á einum metlágum støði, ið vit ongantíð áður hava sæð í Føroyum, og brúkaraprístalið fall við 1 prosenti í 2014, so talan var um veruligan reallønarvøkstur hjá tí føroyska løntakaranum í 2014.
Hyggja vit rundanum okkum er sama gongd. Í Danmark verður sagt at nýtslan á Dankortum “gløðir”, og at nýtslan við Dankortum, har føroyingar eisini eru uppií, var knappar 30 milljardir í mars mánað 2015. Hetta svarar til ein vøkstur uppá 2,8 prosent í mun til sama tíðarskeið í 2014.
Eisini talið av starvslýsingum hækkar alsamt í Danmark. Danska Jobindex, ið telur hvussu nógvar nýggjar starvslýsingar verða lagdar út á netið sigur, at í mars mánað vóru 19.900 nýggjar lýsingar lagdar út á netið, og at hetta er hægsta talið síðan fíggjarkreppan byrjaði.
Tað er eisini í ár, at dýrasta íbúðin nakrantíð er seld í Danmark. Talan er um eina íbúð í Norðhavnini í København, og íbúðin varð seld fyri 30 milljónir krónur, men tá er tað eisini sjey metur høgt til loftið, og útsýnið kann njótast í 41 metra hædd!
Danski statskassin hevur framvegis undirskot á rakstrinum og sama er galdandi í Føroyum. Ovurstóra fallið í oljuprísinum kemur at gera, at undirskotið hjá danska statskassanum verður uppaftur størri enn væntað í ár. Í Føroyum kunnu vit hinvegin vænta, at inntøkurnar koma at vera betri bæði frá skatti, avgjøldum, mvg og partafelagsskatti í 2014, so um hildið verður tátt á útreiðslusíðuni, er bati at síggja.
Sum altíð, tá tíðirnar gerast sum í dag, so eru ávaringar at hoyra. Stjórin í Fíggjareftirlitinum Ulrik Nødgaard sigur í vikuni við altjóða tíðindastovuna Bloomberg, at hækkingin í íbúðarprísunum, serliga í størru býunum, gevur Fìggjareftirlitinum “dybe panderynker”. Hann sigur samstundis, at tey eru klár at revsa bankarnar, halda teir ikki tørn. Hetta kann gerast við at áleggja bankunum eitt eyka kapitalkrav fyri nýútlán, ið er hægri enn galdandi kapitalkrav.
Eingin ivi er í dag um, at vit eru mitt í einum uppsvingi, við øllum tí, ið hartil hoyrir.




