Tað var púra greitt frá byrjan av at bummgjaldið bert var ætlað til at fíggja sjálva íløguna í Norðoyatunnilin. Tað sigur táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum vísir beinleiðis til viðmerkingarnar í sjálvari verklagslógini.
Tað var púra greitt frá byrjan av at bummgjaldið bert var ætlað til at fíggja sjálva íløguna í Norðoyatunnilin. Tað sigur táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum vísir beinleiðis til viðmerkingarnar í sjálvari verklagslógini.
Í Norðlýsinum nr 9 hósdagin 8. Mars 2012 hevur fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, viðmerking tileina morgunsending í Kringvarpinum har teir tríggir Kári P. Højgaard, Bjarni Djurholm og Páll á Reynatúgvu vóru samdir um at Norðoyingar eingi lyfti hava fingið um at tunnilsgjaldið nakrantíð skuldi avtakast.
Enntá “neutrali” útvarpsmaðurin segði at hann hevði lisið øll skjøl í málinum og hann dugdi heldur ikki at síggja nakað um at tunnilsgjaldið skuldi avtakst. Hetta er beinleiðis skeivt sigur táverandi løgmaður Anfinn Kallsberg – sum legði verklagslógina fyri løgtingið.
– Fyri tað fyrsta eigur at verða lagt til merkis, at tað var eg sum løgmaður ið legði hesa verkætlan fyri tingið og tann sum lesur viðmerkingarnar til sjálvt lógaruppskotið sær, at frá byrjan var ætlanin bert at bummgjáldið skuldi gjalda sjálva íløguna.
Tá íløgan varð niðurgoldin skuldi partafelagið avtakast og landskassin yvirtaka raksturin av tunnlinum. Hetta er púra greitt í sjálvum viðmerkingunum til lógartekstin, og tí er tað sera harmiligt roynt verður at grugga málið.
Í hesum liggur at leikluturin hjá tunnilsfeløgunum er at gjalda íløgurnar aftur og eftirfylgjandi verða feløgini avtikini. Tá verða tunnlarnir eins og allir aðrir tunnlar í landinum ogn og ábyrgd hjá landskassanum.




