Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grikkaland sett nýggjan landsliðsvenjara

Jákup Ósá

Talan er um ein 70 ára gamlan venjara.

Sergio Markarian er 70 ára gamal og hevur verið venjari hjá nógvum feløgum og nøkrum landsliðum. Seinastu árini hevur hann vant landsliðið hjá Peru og eisini hevur hann verið venjari hjá Paraguay. Markarian er frá Uruguay.

Grikkaland hevur leitað eftir venjara, síðani Claudio Ranieri fekk sekkin eftir at liðið tapti á heimavølli móti Føroyum. Nú er avloysarin funnin, sum í fyrstu syftu hevur ábyrgd av liðnum fyri restina av 2015. 
Føroyar og Grikkaland møtast 13. juni á Tórsvølli.