Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grillað lambskjøt á Norðoyastevnu

Tíðindaskriv

Tivoliøki á Norðoyastevnu hevur sum oftast mangt og hvat at bjóða.

Sum nakað nýtt í ár verður nú eisini møguleiki at keypa grillað lambsjøt frá Gepetto á tivoliøkinum.

Gepetto hava ofta verið umbidnir ymsastaðnis við stóru grillunum, tá ið fyritøkur hava starvsfólkadagar o.a. Men nú fáa Norðoyastevnugestir høvi at keypa Grillað lambskjøt við rómaeplum og salati afturvið. Hetta verður ein av teimum mongu básunum, sum er á tivoliøkinum í ár. Byrjað verður at grilla leygardagin kl. 14.00.

Tað verða teir báðir Árni Múller og Óli Biskopstø, sum standa fyri tí.