Rákin av grillaðum spareribs og frankfurtarum fer at festa seg í nasagluggarnar hjá fjepparunum, tá Fríða Kaffihús víðkar um totalupplivilsið av at fara til dyst í Klaksvík.
Fótbóltsfepur er í Klaksvík og tað leggjast fleiri og fleiri tættir til, tá besta mansliðið hjá KÍ er í vási. Vit hava sæð smábørn, ið renna inn við leikarum, vit hava hoyrt og sæð fantastisku Bláu Bylgjuna syngja feskar fjepparasangir, og nú verður møguligt at fylla sær tallerkin við góðum mati og onkrum svalandi afturvið.
Tað er Mimmy Vágsheyg, ið hevur vent sær til KÍ við hugskotinum. Fríggjakvøld er, KÍ liggur nummar eitt og hetta er seinasti dysturin undan summarsteðginum. Veðurgudarnir siga stilt, turt og 12 hitastig.
Umframt óføru kvinnurnar, sum selja kaffi o.a. kring vøllin, kunnu fjepparar sostatt fáa sær mettuna og smyrja stemmubondini, soleiðis at sigurin kann rópast og syngjast heim.
Dysturin byrjar kl 19:00 og Grillbuffetin byrjar at selja kl. 18:00.
Góðan dyst og Koyr á KÍ!




