Norðlýsið frættir, at grind, springarar og stórhvalir hava verið at sæð í ein landnyrðing úr Fugloynni í morgun.
Norðlýsið frættir, at grind, springarar og stórhvalir hava verið at sæð í ein landnyrðing úr Fugloynni í morgun.
Tað var umborð á Høgakletti, at teir í morgun sóu nógv lív á sjónum, har grind og springarar vóru at síggja. Eisini hava teir sæð stórhval. Høgiklettur var á veg inn at landa og var eini 40 fjórðingar í einum landnyrðingi úr Fugloynni, tá teir sóu grind og springarar.
So vilja komandi dagarnir vísa, um hetta kanska er ein ábending um, at onkur grind nærkast Føroyum so mikið, at ráðiligt verður at fara eftir henni.




