Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grind at síggja vestanfyri

Jákup Ósá

Norðlýsið frættir, at seinastu dagarnar eru fleiri grindabólkar sæddir vestanfyri Føroyar.

Norðlýsið hevði í morgun samband við Høgaklett, sum roynir eftir makrel og sild. Tá teir leygarmorgunin sigldu inn at landa, sóu teir tveir grinda bólkar, har tann eini sá stórur út. Hetta var eini 30 fjórðingar vestur úr Mykinesi. Veðrið tann dagin var sera gott. Um hetta er tekin um, at grindaboð kunnu væntast aftur skjótt er trupult at meta um, men grindin skal ikki koma so nógv tættari landi, áðrenn ráðiligt er at fara eftir henni.

Høgiklettur er nú ávegis aftur til fiskiskap aftur.

Harleyfacadeacryl