Í KVF kom í gjárkvøldið fram, at nakrar av stóru kommununum m.a. Vágur og Rúnavík, ikki hava fingið síni spillvatnsviðurskifti í rættlag. Støðan er heilt út av lagi vánalig í Vági, har eingin peningur er til umhvørvisvernd, men tó til marghøll. Og í Rúnavík og á Skálafirði er støðan ikki stórt annarleiðis, har øll frárensl fara beint út í fjørðin.
Umhvørvis- og nátturuvernd hevur altíð havt sera lága ræðfesting millum føroyingar. Hvør orsøkin er til slíka líkasælu er ikki lætt at skilja, tó at nakrar kommunur t.d. Eiðið og Fámjin hava gjørt alt tær hava verið mentar at fáa spillvatnsskipaninar at rigga og eisini góðkendar.
Sum vant er asfalt, betong og berghol meira áhugavert enn rein og óspilt náttúra. Hvalvágir eru har slíkar hóska til endamálið og har passaligt reint er at halda grind til.
Tó so kundi Fiskimálaráið í desember 2011 boða frá at Skálabotnur ikki kundi góðkennast sum hvalvág fyrrenn arbeiðið hjá Runavíkar kommunu við at binda allar útleiðingar í eina høvuðsútleiðing longri úti á fjørðinum varð liðugt.
Umhvørvisstovan vísti tá á, at fýra spillivatnsútleiðingar vóru í økinum í Skálabotni, og at vandi varð fyri, at hvalur, sum varð hildin til, kundi verða fongdur við fækalum bakterium, og tískil ikki egnaður sum fólkamatur. Heilsufrøðiliga Starvsstovan vísti eisini á, at grind, sum verður dálkað við hesum og øðrum evnum, er óegnað sum fólkamatur.
Umhvørvisstovan greiddi samstundis frá, at sambært spillivatnsætlanini hjá Runavíkar kommunu, verða allar útleiðingar lagdar saman til eina útleiðing 550 metrar burturi frá økinum. Nýggja høvuðsútleiðingin skuldi eftir ætlan verða gjørd í 2014.
Helgi Abrahamsen, ið var varamaður fyri Bjørn Kalsø á tingi í desember 2015, hevði fyrispurning til fiskimálaráðharran Høgna Hoydal, sama fyrispurning, sum hann hevði til Jacob Vestergaard tá hesin sat sum landsstýrismaður í fiskivinnumálum, um nøkur ætlan varð at góðkenna Skálafjørð sum hvalvág.
Grindalógin skuldi um hesa tíð broytast, og kundi kunngerðin um hvalvágir tá rættast til, so Skálafjørður kundi blíva hvalváv.
Og fyri ikki so nógvum mánaðum síðan varð so Skálafjørður góðkendur sum hvalvág – uttan at spillvatnsskipanin hjá Rúnavíkar Kommunu er komin eitt fet víðari.
Skal ein verða eitt sindur beistasligur, kann søgan sigast á tann hátt, at nú kann Umhvørvisstovan geva umhvørvisgóðkenning til at Bakkafrost aftur sleppur at ala á Skálafirði, sum nærmasti granni til ovurstóra sláturvirki – uttan at Sirið Stenberg, sum landsstýriskvinna í umhvørvismálum, og sum fyrrverandi býráðslimur í Vágs Kommunu og har við ábyrgd fyri spillvatnsskipan, ið enn er út av lagið vánalig, og við tí stuðla borgarstjóranum Torbjørn Jacobsen, ið er pot i panne við fiskimálaraðharran Høgna Hoydal. Tjóðveldi situr á øllum trimum rossunum, og Umhvørvisstovan og Heilsufrøðiliga Starvsstovan kunnu so hugna sær víðari við pappírsarbeiðnum – meðan grind verður hildin til í eini klokksuppu, ið verður enn meira óhumsk enn hon var í 2011.
Livst so spyrst – eg skal ikki eta grind úr Skalafirði, og havi einki ímóti at vágin kann nýtast sum hvalvág, men meti at størri jánkasligt umsiting og politisk svans skal leitast leingi eftir.
Kári Thomsen




