Seinnapartin varð boðað frá eini grind tríggjar fjórðingar eystur úr Fugloynni.
Tað var M/S Thor, sum boðaði frá.
Vit vita ikki so nógv meira í skrivandi stund uttan at nógvur bátur er farin og at tað ljóðar frá at vera ein stór grind. Onkur av bátunum hevur tosað um 4-500 hval. Sum skilst so rekur spakuliga suður og tí kundi verið sannlíkt at grindin fer suður um og inn á Hvannasund um annars rakstur fæst á hana.




