Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindaboð og Tally-ho!

Høgni Mohr

Eftir mínum tykki hevur nýggja grindakunngerðin givið grindamentanini moralska mønustingin. Við henni er grindadráp vorðið sportur fyri útvald. Tí eiga vit at gevast at drepa grind.

Eftir mínum tykki hevur nýggja grindakunngerðin givið grindamentanini moralska mønustingin. Við henni er grindadráp vorðið sportur fyri útvald. Tí eiga vit at gevast at drepa grind.

Høgni Mohr

Tað vakra við at drepa grind var, at ein og hvør kundi sleppa í drápið. Hesin fólkarættur verður burtur næsta vár. Hví? Millum annað tí, at grindaformenn sjálvir hava vælsignað eina lógarbroyting. Í grein 18 í nýggju grindakunngerðini, sum Grindamannafelagið og grindaformenn hava góðkent, stendur nevniliga:

»Frá 1. mai 2015 er tað bert loyvt at avlíva hval, um tann, sum avlívar hval, hevur luttikið á skeiði. Sýslumaðurin skipar fyri, at skeið verða hildin, og sýslumaðurin útflýggjar prógv fyri luttøku á skeiðinum. Sýslumaðurin ella grindaformenn kunnu krevja at síggja prógv fyri luttøku á skeiðinum.«

Tað var óvæntað, at grindamenn óbeinleiðis gjørdust størri fíggindar grindar enn miðleyst válandi gestir í svørtum troyggjum. Men júst hetta stendur eftir, tá ið myndugleikar og grindaformenn soleiðis leggja saman ráð at taka rættindi frá borgarum, ið ætla sær í grind. At tey eldru læra tey yngru sum vant er vrakað.

Við hesum hevur grindadrápið mist sítt upprunaliga innihald. Tað er ikki longur rótfest í tí, at øll eiga at sleppa at føða seg við at drepa og eta djór úr náttúru okkara. Grindadrápið minnir nú um avlagda revaveiðu fyri tey stórbæru í Bretlandi og dádýraveiðu fyri múgvandi danir.

Eingin krevur skeiðsváttan frá grønlendskum kópamonnum ella apuslátrarum í Tansania. Eingin átti heldur at kravt tað frá grindamonnum. Rætturin at drepa eitt ófriðað djór og hava tað til matna átti at verið ónertiligur. Men tað er hann ikki longur; helst tí, at summi fólk ikki duga sær hógv men vilja seta seg oman fyri onnur.

Soleiðis hvørvur aldagamal og hevdvunnin rættur, uttan at nakar gáar eftir tí. Ein kann so bara harmast um, at frá 1. mai verður tað ítrótt fyri tey fáu at drepa grind. Men minnist nú til ikki at geva útlendingum skyldina fyri alt. Tað eru vit sjálv, ið taka grundarlagið undan grindini. Tally-ho!*

* Tally-ho varð rópt, tá ið bretskir veiðimenn sóu ein rev.

Harleywoodpaint