Teir 43 grindahvalirnir, sum løgdu beinini í Hvannasundi á middegi, eru nú komnir til sín rætt; nevniliga til fleiri húsarhald, sum helst hava grind og spik í pottinum í morgin.
Teir 43 grindahvalirnir, sum løgdu beinini í Hvannasundi á middegi, eru nú komnir til sín rætt; nevniliga til fleiri húsarhald, sum helst hava grind og spik í pottinum í morgin.
Tað hevur verið ein góður grindadagur norðan fyri í dag. Drápið á middegi gekk væl og nú eru allir hvalirnir eisini skornir upp.
Hvalirnir taldu 272 skinn og varð tað býtt í drápspartar.
Tað hevur søplað oman á føroyingar í dag, um at grindadráp eigur at verða forboðið. Ikki hava atfinningarnar verið penar. Grind er líka nógv matur sum høsnarungar og svín. Grindin fæst bert ikki í kølidiskinum í innkeypshandlinum. Lívsins gongd.
Her eru nakrar myndir frá kvøldinum:




