Harleywoodpaint
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindadrápið og Pamela Anderson skal tryggja Paul Watson sjónvarpshyggjarar

John William Joensen

Áðrenn “Whale Wars” sum er heiti á kendu sjónvarpsrøðini hjá Sea Shepherd, sum Animal Planet rindar felagsskapinum hjá Paul Watson fyri, var Sea Shepherd ein felagsskapur sum hevði trupult við at fáa endarnar at røkka saman.

Áðrenn “Whale Wars” sum er heiti á kendu sjónvarpsrøðini hjá Sea Shepherd, sum Animal Planet rindar felagsskapinum hjá Paul Watson fyri, var Sea Shepherd ein felagsskapur sum hevði trupult við at fáa endarnar at røkka saman.

Skatta skjøl sum amerikanskir miðlar hava kunngjørt vísa at inntøkurnar hjá Sea Shepherd fóru frá umleið 8 mió. Í 2005 til umleið 20 mió. kr. í 2007 og 63 mió. í 2010.

Í 2009 øktust inntøkurnar hjá Sea Shepherd ógvusligt til góðar 52 mió. kr. og í 2010 tjenti felagsskapurin 63 mió. kr. takka verður sendingini “Whale War’s”.

Sambært felagsskapinum eru umleið 30 fólk eru í føstum størvum í Sea Shepherd har tey fáa úr 200.000 kr. til 400.000 kr í løn. Paul Watson fær góðar 600.000 kr. í beinleiðis løn, men fekk umframt eisini beinleiðis gávu kekkar fyri 1 mió. kr. sum hann sigur seg hava latið aftur til felagsskapin. Restin av fólkunum í Sea Shepherd eru sjálvboðin.

Fleiri av privatu pengamonnunum aftan fyri Sea Shepherd eru somu persónar sum stuðla Animal Liberation Front hvørs leiðarar eru eftirlýstir í USA fyri drápsroyndir.

Umframt privatir sponsorar sum fíggja raksturin eru eisini aðrir sum rinda dýru oljurokningarnar.

Men sum tølini vísa er Sea Shepherd ikki at kenna aftur síðani røðin “Whale Wars” sá dagsins ljós og nú fyrrverandi porno- og Baywatch drotningin kemur til Føroyar er tað ein liður í at halda lív í amerikansku sjónvarpsrøðini.

Í stuttum skal føroyska grindadrápi tryggja Paul Watson og leiðarunum í Sea Shepherd at amerikonsku ríkmennirnir halda áfram at rinda til felagsskapin. Nýggjasti leikarin í sjónvarpsrøðini er so Pamela Anderson og hon telur ikki frá hjá amerikansku sjónvarpshyggjarunum.

Pamela hevur júst sett hús síni í Australia til sølu og krevur góðar 43 mió. kr. fyri tey. Australskir miðlar siga at hon keypti húsini fyri umleið 15 mió. kr. men nú vantar henni pening verður sagt.

Harleywoodpaint