(Kl. 14:24) Páll Gregersen, sum er staddur umborð á Sporinum saman við Grindaformanninum, sigur at grindin er á veg á Gøtuvík
– Vit eru staddir 2,2 fjóðringar úr Borðoyanesi og grindin gongur nú við 7 míla ferð.
– Grindaformaðurin, Marius Jacobsen úr Leirvík, hevur givið boð um at grindin skal á Gøtu.
Sum skilst so eru framvegis Springarar uppí og grindin er eitt sindur minni enn hon var fyri løtu síðan, so onkur bólkur er sloppin burturúr.
Beint nú eru bátarnir staddir út fyri Borðoyavík.




