Loyvisprógvini fyri avlíving av hvali, frá skeiðnum, sum var á Ósáskúlanum 23. Februar, eru nú klár, og kunnu avheintast á politistøðini í Klaksvík.
Politistøðin hevur opið mánadag til og við hósdag frá 10.00 til 15.00.
Sýslumaðurin í Norðoya Sýslu
Karl Johansen
Aðrastaðni í landinum:
Skeiðið í Runavík: Kortini verða útflýggjað á Sýsluskrivstovuni í Runavík.
Skeiðið á Oyrabakka: Útflýggjað á Sunda Kommunu.
Skeiðið í Vestmanna: Útflýggja á Vestmanna kommunu.
Skeiðið í Sørvági: Sýsluskrivstovan á Flogvøllinum.
Skeiðini í Tórshavn: Býráðshúsið.
Skeiðiðið á Sandoy: Sýsluskrivstovan, Sandur.
Skeiðini í Suðri: Sýsluskrivstovan Tvøroyri.
Gjørt verður vart við, at bert tey, ið geva mønustingin, skulu hava hetta loyvi. Øll onnur kunnu luttaka í grindadrápi, sum vanligt.




