Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grindamannafelagið: Áheitan til landsins myndugleikar

Grindamannafelagið

Hvannasund er ein av fleiri hvalvágum í Føroyum, og vit vænta at sama slag av útgerð er løgd út í øðrum firðum í Føroyum. Tí vilja vit heita á Vørn, um at seta í verk eina kanning av, um hendan útgerð liggur á botni aðrastaðnis í Føroyum. Serliga verður hugsa um økir, uttan fyri okkara hvalvágir.

Fyri nøkrum vikum síðan bleiv útgerð, at styggja hval funnin á havbotninum sunnanfyri Hvannasund

Sambært grindakunngerðini er ikki loyvt at seta upp skipanir, sum kunnu broyta atferð hjá hvali, og tí er málið latið løgregluni.

Havandi í huga tey mongu mótmælini, sum hava verði í móti føroysku grindaveiðuni seinastu árini, er nærliggjandi at hugsa, at tað eru aktivistar umboðandi útlendskar djóraverndarfelagsskapir, ið hava lagt hesa útgerð út.