Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindaskeið i handfaring av mønustingara – í kvøld!!!

Oliver Joensen

Í Klaksvík verður Grundaskeið í Ósáskúlanum mánakvøldið kl. 19.00. Tó, øll sum vanliga luttaka í grindadrápi kunnu uttan at fara á skeið, luttaka í grindadrápið sum higartil.

Men í 2013 bleiv grindareglugerðin broytt, og eftir henni er bert loyvi at avlíva hval við mønustingara aftaná 1. Mai í ár.

Tí verður skipa fyri skeiði í Ósáskúlanum nú mánakvøldið 23. februar kl. 19, har frálæra verður givin í at brúka mønustingaran, luttakarar á fundinum fáa prógv, sum skal vísast fram, áðrenn menn fáa útflýggjað mønustingara tá drápið skal byrja.

Tí er ikki neyðugt hjá øðrum enn teimum, ið ætla at avlíva hval, tá grindaráp er, at fáa sær ”mønustingaraprógv.

Karl Johansen, sýslumaður undirstrikar, at øll, ið hava hug at luttaka í grindadrápi, kunnu ótarnað gera tað sum higartil. Tað einasta sum er broytt, er sjálv avlívingin av hvalinum, har tað ikki er loyvt at skera á háls sum higartil.