Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindin er millum Stongina og hólman

John William Joensen

Grindin gongur nú spakuliga suður gjøgnum Nólsoyarfjørð

Positiónin hjá finningarbátinum Alberg, er: 6201,6 og 642,7

Gongur væl
Tað er rættuliga nógvur bátur hjá grindini og mett verður at tala er um stóra grind.
– Vit hava nú fingið grindina suður í fjørðin og liggja nú beint við Stongina.
– Hon gongur í tveimum bólkum og í løtuni royna vit at savna bólkarnar.
– Tað er trupult at meta um hvussu stór grindin er. Eg vildi tó mett at talan er um stóra grind, sigur Birgir Lützen umborð á Alberg.
 
Teir eru fýra mans umborð og vóru á veg at taka rúsur upp tá teir sóu grindina umleið klokkan hálvgun tólv.

Harleywoodpaint