Tað var alibáturin – Leitið – sum fann grindina fyri umleið einum tíma síðan.
Tróndur Poulsen, sum er umborð á alibátinum "Leitið" hjá Eystlax, sigur at talan er um eina hampiliga stóra grind – umleið 100 hval.
– Tveir bátar eru á veg úr Hvannasundi og aðrir bátar eru á veg úr Haraldssundi.
– Tað gerst lítið so leingi vit eru einsamallir og meðan vit hava ligið hjá grindini hevur hon flutt seg nakað vestur.
– Hon liggur tó framvegis undir Hellini á Viðareiði.
Umframt Tróndur, eru eisini Jóhannis og Bjarni umborð á finningarbátinum.




