Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindin legði beinini

Oliver Joensen

Norðan úr Hvannasundi frætta vit at grindin er deyð. Roknað verður við at seðlarnir koma út ímorgin tíðliga, helst um 6-7 tíðina.

Tað gekkst væl við drápinum í Hvannasundi. Ilt er at fáa nakað at vita um hvussu nógvir hvalir løgdu beinini, tí myrkt er og menn eru ikki liðnir at merkja. Men gitt verður  at einir 50-60 hvalir hava lagt beinini. Tað er óvist enn hvussu býtið verður, men alt røkist fyri at býtt verður til økið Eystan Múlan og í drápspartar og somuleiðis at seðlarnir koma út tíðliga ímorgin.
Sera myrkt er har grindin liggur norðanfyri byrgingina í Sundi, so neyðugt verður at flyta hvalirnar verður sagt.
Seinni í kvøld fáa vit møguliga nýggjar grindamyndir frá hesi grindini, og møguliga vita vit meira tá.