Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grindin telur nú einar 500 hvalir

John William Joensen

Kl. 11:50: Nú eru fleiri bólkar komnir saman og sagt verður frá rættuliga nógvari grind.

Blaðstjórin á Norðlýsinum, sum er umborð á bátinum Silva, ið er hjá grindini, sigur at teir nú eru staddir góðar 7 fjóðringar norður úr Riftanga.
– Tað er skítfult av hvali!
– Fleiri bólkar eru komnir saman og nú meta vit at talan er um eina grind sum telur omanfyri 500 hvalir.
– Nú eru fimm bátar hjá grindini, sum enn gongur vestureftir, men nú er kósin meiri móti landi.
– Springarar eru eisini millum hvalirnar.
– Tað er av allarfagrasta veðrið, men enn hevur ikki eydnast at fáa rakstur á grindina.