Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grøn orka úr Haraldssundi

Óluva Klettskarð

Haraldssund er mett at vera tað sundið, har rak harðast. So at latið sundið upp aftur og fingið turbin í byrgingina er ein vinn-vinn støða, vit áttu at brúkt.

Fyrispurningur til Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í orkumálum.

Grøn orka úr Haraldssundi

1. Hevur landsstýriskvinnan yvirlit yvir, hvørjar royndir eru gjørdar við sjóvarfalsorku í Føroyum, almennar, privatar ella hjá SEV?

2. Eru kanningar gjørdar av streymviðurskiftum í Haraldssundi í mun til spurningin um sjóvarfalsorku?

3. Heldur landsstýriskvinnan, at tað hevði verið vert at latið Haraldssund upp aftur til tess at fingið sjóvarfalsorku til vega?

Viðmerkingar

Í hesum døgum fyrireikar Bakkafrost eina metstóra bygging beint við byrgingina um Haraldssund á Borðoyarlandinum. Til hesa ovurstóru smoltstøð krevjast nýggjar og ógvuliga stórar veitingar av bæði vatni og orku. Sum skilst, so eru ætlanirnar hjá SEV at leggja eina orkuleiðing eftir botni úr Eysturoynni yvir á Borðoyarlandið, so virkinum kann tryggjast nóg mikið av orku. Tað tykist burturvið og sum tikið verður til: sum at fara yvir um ánna eftir vatni.

Framtíðin er grønar orkukeldur. SEV hevur fingið herðaklapp fyri sínar hugagóðu verkætlanir á grøna økinum, so tað skuldi verið lagamanni at fingið kannað umstøðurnar fyri, at byrgingin kundi verið ein komandi orkukelda. Og ber tað til, so átti sjóvarfalsorkukeldan at verðið ein støðug og góð kelda til varandi orku her hjá okkum.

Haraldssund er mett at vera tað sundið, har rak harðast. So at latið sundið upp aftur og fingið turbin í byrgingina er ein vinn-vinn støða, vit áttu at brúkt. Og tað hóast smoltstøðin herst veruleiki ella ikki.

Tey, ið ferðast hesa leið um veturin vita, at hetta er ein keðiliga farleið um veturin. Nógvir dagar hvønn vetur er sýnið so vánaligt, at bert staðkend fólk hætta sær um sundið. Í tí ljósinum átti henda farleið og henda verkætlan at verið tikin upp aftur, so vit fáa eina virðiliga og lidna loysn.

Og ein grøn loysn hevði veruliga gagnað.

Á løgtingi 24. februar 2016